魔鏡歌詞網
魔鏡歌詞網 > 歐美歌手 > Tyr > Eric The Red > Regin Smidur

Tyr



專輯介紹
歌詞
專輯列表

Tyr

Regin Smidur

Viljið tær nú lýða á
meðan eg man kvøða
Um teir ríku kongarnar
sum eg vil nú um røða

Grani bar gullið av heiði
Brá hann sinum brandi av reiði
Sjúrður vá á orminum
Grani bar gullið av heiði

Hundings synir í randargný
teir skaðan gørdu har
Eitur var í svørinum
teir bóru móti mær

Fávnir eitur ormurin
á Glitrarheiði liggur
Regin er ein góður smiður
fáum er hann dyggur

Hann var sær á leikvøllum
imillum manna herjar
Rívur upp eikikelvi stór
hann lemjir summar til heljar

Eystantil undri heyginum
更多更詳盡歌詞 在 ※ Mojim.com 魔鏡歌詞網
ið dreingir eyka tal
Dimmur er hesin dapri dagur
niður í mold at fara

Har komm maður á vøllin fram
eingin ið hann kendi
Síðan hatt á høvdi bar
og finskan boga í hendi

Har komm maður á vøllin fram
hann vá við eggjateini
Eyga hevði hann eitt í heysi
knept var brók at beini

Ormurin er skriðin av gullinum
tað man frættast víða
Sjúrður setist á Granar bak
hann býr seg til at ríða

Grani bar gullið av heiði
Brá hann sinum brandi av reiði
Sjúrður vá á orminum
Grani bar gullið av heiði